28.09.2022 Undan skúlarenning/ganging

Í góðveðrinum í morgun gingu vit rutuna, sum vit skulu renna í komandi viku.

Av tí at vit eru 5 og 6 ára gomul, og ganga í forskúla, er hetta fyrstu ferð vit eru við í skúlarenningini og vit eru jú ikki von við, at ganga sjálvi úti í ferðsluni. Tí er tað sera umráðandi, at vit læra okkum hvussu vit hátta okkum úti í ferðsluni og hvar vit skulu renna.

Vit steðgaðu uttan fyri húsini hjá mæta listamanni okkara Villiami Heinesen og prátaðu um hann, og hvat honum dámdi væl at arbeiða við.