18.08.2022 Fyrsti skúladagur

Tá vit vóru komin niðan í flokkin, prátaðu vit um ymiskt, m.a. at tá tað skal verða kvirt (altso..."friður", bleiv spurt hvat tað merkir, so tosaðu vit um orði "kvirt" og aðrar hættir at siga ta á, so lærdu vit longu eitt nýtt orð í dag ;) ) í flokkinum, rætta vit hondina upp, tá vit skulu á wc, rætta vit fingurin upp og síðani leggja vit fremsta fingur á nøsina, tá vit skulu siga okkurt rætta vit fremsta fingur upp.

Vit prátaðu eisini um hvat man kann síggja tá man liggur á bakinum og hyggur upp í loft/luftina. Og síðani fingu tey eina mynd, har ein drongur liggur á bakinum og hyggur upp og so var tað upp til hvørt einstakt barn, hvat drongurin sá. Myndirnar eru hongdar upp í flokkinum. Vit sungu eisini "Dukka mín er blá".