Vísindavøka 22/9-23

Áðrenn vit fara til Letlands í ovurmorgin :) hava vit í dag verið til Vísindavøku í nakrar tímar. Hon var í Saltsoloini í Havn, har granskarar av ymiskum slag vístu ymiskt fram, sum granskað verður í í Føroyum. Eisini næmingar á Glasi vístu okkum nakað av tí, sum tey gera. Stak áhugavert. Síggjast í Vágum sunnudagin :)