Hugnadagur, bollar og bóltmassasja 03.09.2020.

Í dag skuldu børnini ikki hava matpakka við í skúla, tí vit bakaðu bollar til matarløtuna ;) Onkur helt fyri "hesir bollarnir smakka allar best í verðini" ;)

Vit høvdu tørv á, at slappa av og fáa bólt massasju aftan á vit høvdu etið okkum um rygg av okkara leskiligu bollum. Ummm... hetta elska vit ;) Síðani gekk leiðin heim, tí frítíðarskúlin er stongdur, vegna ráðleggingardag.