Bólkur 4 (Korona) (apríl)

Í morgun gingu vit okkum ein túr oman gjøgnum býðin og settu okkum at eta matpakka inni í Bojsensgarði. Vit nutu henda vakra urtagarð. Har var so nógv vakurt at síggja. Síðani gingu vit niðan á Glasheygg, har vit spældu og hugnaðu okkum eina góða løtu og prátaðu og hugleiddu um mannin við torvleypinum og neytakonuna. Vit vóru sera samd um at tað er gott at vit hvørki eru noydd, at skera torv og at ganga til neytar. Tað hevði verið stravið. Og fólkini fyrr í tíðini vóru "forferdiliga" røsk.