Bólkur1 og 4 (Korona) (apríl)

Í dag gingu bólkur 1 og 4 ein túr út á spæliplássið í Heygskróki. Vit gingu niðan gjøgnum Norðurrás og niðan í Bóndabrekku, har hittu vit mammu Onnu í havanum hjá henni. Síðani fóru vit yvir í Heygskrók. Hóast vit vóru í bólkunum allan túrin riggaði tað sera væl. Vit vóru glað at síggja hvønn annan aftur og at hava møguleika fyri at tosa saman. Vit sótu í hvør sínum enda á spæliplássinum og ótu matpakkan og tá vit spældu var hvør bólkur 5 min. á hvørjum stað.