Pippi 75 ár

Í sambandi við at herliga Pippi fylti 75 ár, settu vit okkum fyri at læra hana betur at kenna. Gjøgnum søgur, uppgávur, tekningar og filmsbrot hava vit í 2.b fingið okkum eina nýggja vinkonu, sum hevur lært okkum alt møguligt. Hatta havi eg ongantíð roynt fyrr, so tað klári eg heilt sikkurt. Ikki sannheit? :) Pippi er fantastisk. Myndirnar eru frá tímum í føroyskum í viku 22.