Fyrsta vikan í forskúlanum (2017)

Nú hava vit verið í skúla í tríggjar dagar, og trivnaðurin hjá næmingunum økist fyri hvønn dag.

Mikudagin vóru foreldur og børn í forskúlanum og næmingarnir vitjaði eisini frítíðarskúlan.

Vit byrja hvønn skúladag við morgunsamling. Vit syngja og samtala um vikudagar, mánaðir o.a., og dentur verður lagdur á at næmingarnir sleppa til orðanna. Í fríkorterinum er meira frítt spæl, og aftaná fríkorterið eta vit matpakka, meðan onkur sigur søgur.

Hesa fyrstu vikuna er samspælið millum næmingarnar í fokus. Fyri at knýta næmingarnar tættari saman, so hava vit haft ymisk spøl og vit hava eisini spælt í skúlagarðinum og í Græsagarði.

Flest øll kenna nú hvønnannan. Vinarsambond eru knýtt, og eru børnini røsk at tosa pent við hvønnannan og bjóða øllum uppí spælið.