Vikuætlan 7.b

Vika 18 - 2024

Mánadagur
29. apríl
Lívfrøði
Í skúlanum:

Vit gjøgnumganga evnið: Rørsla og heilsa, s.86-95 í lesibókini.
Týsdagur
30. apríl
Lurta eftir Brennivarginum
Fø-da- en :-)
Vit arbeiða í verkstøðum. Innihaldið er mállæra (da-en) Lesa føroyskt, spæla eitt spæl og kanska okkurt afturat:-)
Mikudagur
1. mai
Kostbreyt
Vit gera kinesiskan mat
Keypa inn
Eta saman
Minnist til køksbókina
Hósdagur
2. mai
Søga
Heima:
Lesið liðugt frá s. 102 (Reikanin eftir gulli og silvuri) til og við s.107 og svarið spurningunum á s. 107 í bókini. Skulu latast inn til Turið.

Í skúlanum:
Tit lata spurningarnar inn. Vit lesa víðari í bókini s. 108 - 111.
Alis og evnafrøði
Í skúlanum:

Vit byrja uppá kap.15, s.130-142
Fríggjadagur
3. mai

SSP dagar fyri 7. Flokkar í Tórshavnar Kommunu - Ung og lívið – frá 22. til 24. apríl 2024 

Góðu foreldur og næmingar í 7. flokkunum í Tórshavnar kommunu.

Í døgunum 22. til 24. apríl 2024, skipar SSP fyri áhugaverdum SSP døgum fyri øllum 7. Flokkunum í kommununi. Eisini verður skipað fyri foreldrafundi 22. apríl kl. 19.00.

Evnið er “ung og lívið” og lyklaorðið verður: Sálarligur trivnaður, herundir at tora at “standa ímóti bólkatrýsti” , “at siga til og frá”og “hvussu kanst tú vera við til at ávirka ein felagsskap positivt”.

Skráin fyri SSP-dagarnar fyri næmingarnar

·        Mánadagin 22. apríl frá kl. 08.15 - 11:15: verður fyrilestur á Skúlanum á Argjahamri

o   Lív Brúsá og Beinta Atladóttir, frá fyribyrgingardeildini “Liv Lívið”, halda fyrilestur. Meir kunning um Liv Lívið er at finna á:  Ung - Liv lívið (livlivid.fo)

o   Eftir fyrilesturin arbeiða næmingarnir víðari heima við ymiskum uppgávum

·        Týsdagin 23. apríl møta næmingarnir á egnum skúla

o   Upplegg verður frá lærarum og SSP-lærarum, og fara næmingarnir eisini at arbeiða í bólkum.

·        Mikudagin 24. apríl møta allir næmingar í Dansifrøi í Gundadali kl. 09.00. Børnini mugu vera ílatin eftir veðrinum, tí ætlanin er eisini at fara útum at røra okkum

o   Ungdómshúsini skipa fyri ymiskum sosialum tiltøkum í Gundadali.

Dagurin endar kl. 13.30.  

Tit fáa nærri boð frá skúlanum um flutning til og frá fyrilestrinum. Næmingarnir hava matpakka og okkurt drekkandi við allar dagarnar.

 

Skrá fyri foreldrafundin 22. apríl kl. 19.00-20.30 við heitinum:

 - “Hví broytist mín tannáringur?” – “og hvat kunnu foreldur gera?”

 

Tit foreldur verða við hesum boðin til foreldrafund mánakvøldið 22. Apríl kl. 19. í Smæruni (Starvsfelagi) sum SSP skipar fyri.

 

Á foreldrafundinum verður kunnað um SSP arbeiðið og fyrilestrarhaldararnir frá Títt rúm, sum eru sálarfrøðingar, greiða stutt frá undirvísingini, tey høvdu fyri børnunum fyrrapartin.

 

Harumframt koma fyrilestrarhaldararnir at greiða nærri frá tykkara leikluti sum foreldur at børnum hjá tannáringum í hesi broytingartíð.

 

Vinarliga

SSP- samstarvið í Tórshavnar Kommunu

Meir kunning um SSP fæst á https://ssp.fo/         

 

Vit arbeiða við Geometri í støddfrøði. Tá er sera týdningarmikið, at man hevur øll neyðug amboð. t.d. linjál, vinkulmátara og passara.

Ragnar Simonsen tel. 214837