Vika 18 - 2024

Mánadagur
29. apríl
Dansk
Hjemme: l skal læse historierne Oles værelse og Et nyt stykke på Isby Teater.
Læs først ekko, sidenhen kor, sammen med en voksen.
Husk udtale og vær i stand til at lave et sammanedrag af hver historie.
Skole: parvis læsning og sammendrag.
Føroyskt
Heima: lesið nógv og væl, tit!
Skúla: vit arbeiða við lesifatan; tekst og svar við støði í tekstinum.
Týsdagur
30. apríl
Føroyskt
Heima: nærlesið síðu 119-121 (tit eru vælkomin at hugsa um, hvat fyri djór, tit velja, og hvar at finna tað á netinum, og eisini royna tykkum við Power Point-appini - sum vit hava roynt fyrr).
Skúla: viðgerð av teksti, har vit læra at gera eina framløgu um eitt djór, tit velja, á teldu.
Mikudagur
1. mai
Føroyskt
Heima: lesið nógv og væl.
Skúla: vit arbeiða víðari við framløguni
(teldurnar eru fyrst tøkar eftir middagsleitið, so vit býta um uppá føroyskt og heimstaðarlæru).
Hósdagur
2. mai
Føroyskt
Heima: lesið nógv og væl.
Skúla: eftirmeting av Fyrisøgn 5 og skrivligt arbeiði.
Fríggjadagur
3. mai
Morgunmatur

Lesing og bókasavn

Næmingurin lesur dagliga fyri at fremja sín lesiførleika og lesihug. Í minsta lagi so leingi, sum yvirhøvur tilber.

Tí er altumráðandi, at næmingurin hevur eina bók heima við hús, sum hann kann lesa í.

Hartil skal hann hava eina bók liggjandi í taskuni, sum hann kann lesa í skúlanum - eitt nú, tá fríløtur eru.

Tað eru tit, næmingar og foreldur, ið síggja til, at hetta hendir.

Og hóast tit liggja inni við bókum heima við hús, burdu tit vitjað Býarbókasavnið og lænt bøkurnar har. Haldi eg.

Um trupulleikar at finna bøkur, íðan, tá spyrja tit tey serkønu, bókavørðin at navni.

Góðan lesihug og vælkomin í verðina, tí list er at uppliva hana - verðina (!) ... so er tað bara.