Felagsforeldrafundur verður í fimleikahøll skúlans týskvøldið 7. mai 2024 kl. 19.00 - 20.30

Á skránni verður ársfrágreiðingin frá skúlastýrinum og fyrilestur við Rúnu í Skála, fólkaskúlalærari og námslektari á Námsvísindadeildini á Setrinum.

Fyrilesturin er um: SAMSTARV ÍMILLUM SKÚLA OG HEIM.

Leikluturin hjá foreldrum í samband við skúlan er nógv broyttur seinnu árini og tað hevur stóran týdning fyri bæði trivnað, menning og læring hjá barninum, at skúli og heim megna at samstarva.

Møtið fjølment

Skúlastýrið

Foreldraviðtalur hjá 1.b verða 26. feb og 4. mars.

Trýst á leinkið:Foreldraviðtalur 1.b várið.docx

Spælibólkar í 1.b frá januar til mai 2024.

Trýst á leinkið: Spælibólkar í 1.b 2024.docx

SSP = Skúli, Sosialir mynduleikar, Politi                (5.okt 2023)

Foreldur knýta bond

Foreldrafundur í yngru deild!

SSP bjóðar foreldrunum á ein felags foreldrafund mánadagin 30. okt 2023 kl. 19.00 - 21.00 í sangstovuni á Sankta Frans skúla, har vit seta á stovn eitt foreldraforum um at knýta bond og skíggjanýtslu í 1. flokki.

Í einum foreldraforumi er tað gott hjá foreldrum at hittast og skifta orð um áskoðanir, rammur, sosialu samveruna og trivnaðin í flokkinum. 

Daisy J. Iversen, SSP-ráðgevi, leggur fyri.

Fyri at fáa innlit í støðuna og áhugamál hjá næmingunum, hittir hon tey fyrr um dagin. Børnini hava brúk fyri, at foreldur tosa saman og tí ynskja vit, at bæði foreldrini  luttaka.

Gevið flokslærarunum boð, um tit ikki koma.

Myndatøka              (27.sept 2023)

Næmingarnir hava fingið ein seðil í postmappuna viðvíkjandi myndatøku. Foreldrini krossa av hvat tey ynskja, flyta peningin og lata síðan næmingin hava seðilin við aftur í skúla. Myndatøka verður mikudagin 1. nov og hósdagin 2. nov. Tit fáa boð um júst hvønn av hesum báðum døgunum 1. b fer at taka myndir, tá tíðin nærkast.

 

90 ára føðingardagur og kórsangur            (27. sept 2023)

Sankta Frans skúli fyllir 90 ár fríggjadagin 8. desembur. Hetta fara vit sjálvandi at hátíðarhalda á ymsan hátt :)

Í hesum sambandi skipar skúlin fyri kórsangi og sleppa nakrir næmingar úr hvørjum flokki at luttaka í skúlakórinum, sum fer at framføra á 90 ára degnum. Nógvir næmingar í 1.b hildu seg framat og ynsktu at syngja við í kórinum. Lærararnir máttu trekkja lut og endin var at Amalia, Jóhanna Tóna, Heimir, Kirstin og Villiam eru í skúlakórinum. Kórið venur 1. tíma mikudag hetta fram til føðingardagin.

Vit kvøða í forskúlanum:

Burtur a heidi. Veturin kom vid kulda og kava.pdf

Kall og svein ungi.pdf

Kavafonn.pdf

Oskudolgur og sopin..pdf

____________________________________________________________________________________________