Niels Heðin á vitjan 09.06.2022

Í morgun vóru vit so heppin at fáa vitjan av Niels Heðini. Hann hevði eina av sínum mongu harmonikum við og spældi undir til sangløtuna. Hann segði okkum eisini frá søgum og læs eina søgu, ið hann hevði skrivað til barnablaðið tá hann gekk í 6.fl. í Sankta Frans skúla. Gunvør og Torkil, ið eru tveir av hansara "gomlu" lærarum komu á gátt og vóru við til hesa hugnaløtu.