Vika 23 - 2023
Skúla: viðgerð av evninum Bosniadrápini.
Vitja Ellisheimið
Vit spæla bingo saman, og fáa døgurða har.
3-4 tíma: Høllin á Hálsi
5-6 tíma: Svimjing
Kap. 1, stykkini 1.106 - 1.110.
Skúla: vit viðgera tekstin.
Kap. 1, stykkini 1.111 - 1.115.
Heima: Lesið síðurnar 60-65.

Bosniadrápini
Tá ið vestanlond viðurkendu Bosnia sum eitt sjálvstøðugt land í 1992, valdu bosnia-serbar at byrja eitt kríggj, og skjótt vóru herviligir bardagar í og uttanfyri høvuðsstaðin Sarajevo. Serbarnir í Bosnia fingu stuðul frá jugoslaviska leiðaranum Slobodan Milosevic (úttalast Milosjevitj) í Beograd. Milosevic vildi vera við, at „serbar vóru offur fyri søguni“.
Kommunistiska skipanin var í holtur við at detta sundur, og tíðirnar vóru ótryggar, serliga hjá minnilutunum í nýútnevndu londunum.
Milosevic vísti mangan í røðum sínum til ymsar hendingar í farnum tíðum, serliga til tað ortodokst-kristna Stórserbiska ríkið, sum vaks fram í 1100-talinum og møtti undirgangi sínum í
stríðnum við osmanniska ríkið í bardagum á Kvørkveggjafløtuni (Kosovo-fløtuni) í 1389 – ein hending, sum við 600 ára minningarhaldinum fekk miklan ans.
At farnar eru fram etniskar útreinskingar – tjóðarreinskan, har tað eru bosnia-serbar, ið hava forbrotið seg, er als eingin ivi um.
Srebrenica er eitt av støðunum, har hópgravir eru funnar, og talið av sivilnum bosniskum muslimum, sum vórðu dripnir úr býnum og økinum rundanum hann, var umleið 8.000.
Í mars 1993 varð Borislav Herak dømdur til deyða av einum hernaðar dómstóli í Sarajevo. Hann var ákærdur fyri og funnin sekur í fólkamorði, hópmorði, valdstøkum og ráni. Rættargongdin var hin fyrsta av sínum slagi í Evropa síðani endan á seinna heimsbardaga.
Tann 20 ára gamli Herak greiddi í smálutum frá gerðum sínum uttan at vísa minsta tekin um kenslur yvir fyri ofrum sínum: gentum, sum hann fyrst hevði tikið við valdi (neyðtikið) og síðani myrt; familjum, sum hann hevði skotið niður, har bæði smábørn og gomul vóru ímillum.
Viðurkenningin hjá Herak var eitt tað fyrsta prógvið fyri, at tjóðarreinskan fór fram í Bosnia.
Sama vár, 1993, kærdi Herak dómin, tí hann skuldi havt verið so illa viðfarin í varðhaldinum, at hann hevði verið noyddur at viðganga, og at rættargongdin hevði verið full í villum.
Rætturin staðfesti tó, at dómurin var fastlagdur. Fýra á seinni bað hann í brævi stílað til krígsbrotsverksdómstólin í Haag um, at deyðadómurin skuldi vera avlýstur, og í 1998 varð dómurin umlagdur til lívlanga fongsulsrevsing, sum hann nú situr av í fongslinum í Zenitja.
Spurningar:
1. Fyrst viðgekk Borislav Herak seg sekan, og seinni tók hann
aftur játtanina. Hví mundi tað vera?
2. Hvussu heldur tú, tú hevði gjørt í støðuni hjá Herak? Kann
hvør sum helst bera seg at, eins og hann gjørdi? Grundgev fyri
svari tínum.
Her skulu tit skriva niður tykkara svar - øll somul! Eg spyrji eftir í tímanum, og serliga spn 2 er áhugaverdur at hugleiða um.
Upplýsingar hjá Magnar, flokslærara.
Tlf.: 22 57 74
Tpost.: magnar.vang@skulin.fo
Ymisk viðkomandi leinkir:
Gjald fyri komandi skúlaár
Vinarliga gjaldi 100 kr per barn fyri skúlaárið 2022/23 á konto 9181 - 51 51 459.