Vika 21 - 2022
Skúla: vit lesa 1:1 og eg lesi søguna Abbi og apan. Vit fara at viðgera bókina í felag tvørturígjøgnum vikuna.
Í skúlanum: s. 44 - 48.
Skúla: upplestur í framhaldssøguni Varaprinsessan og viðgerð av felagsbókini Abbi og apan.
Eisini er kærkomið, um tit tosa um orðaflokkarnar (navnorð, sagnorð og lýsingarorð), men bíða, inntil søgan er lisin. Og eru trupul orð, tá tosið um hesi.
Skúla: viðgerð av Abbi og apan.

Minnist til at lesa í minsta lagi tíggju minuttir hvønn dag (!)
EVERY DAY ...

Lær teg at stava:
Lær teg at stava 1 er fyrsta bókin í eini røð av stavsetingarbókum til innskúlingina. Hugsanin er, at bókin verður nýtt um várið í 1. flokki ella fyrst í 2. flokki. Skrivihefti hoyrir til bókina.
Í bókini eru fimtan smáar søgur (fyrisagnir) og uppgávur, har børnini arbeiða við smáum, ljóðrøttum orðum. Aftast í bókini er vegleiðing til lærarar og foreldur (lesið hesa!).
Søga 1 (fyrisøgn 1)
https://snar.fo/fileadmin/05_bokavising/Laer_teg_at_stava_1/files/assets/basic-html/index.html#6
https://snar.fo/fileadmin/05_bokavising/Laer_teg_at_stava_1/files/assets/basic-html/index.html#7
Eg lesi upp sambært fastari og vælkendari mannagongd, meðan næmingarnir skriva í skriviheftið. Fyrstu tíðina rætti eg uttan eyðsýnligar viðmerkingar, men geri vart við villur, ið helst ikki skulu koma fyri.
Seinni, men fyrst í 2. flokki, geri eg vart við allar villur, gjøgnumgangi tær í felagsskapi og komi við eini úrvaldari meting, tað veri seg ivasamt, toluligt, gott ella framúr.