16. mai. 2018
Vit minnast Jørleif Kúrberg

Vit minnast Jørleif Kúrberg

f. í Havn 5. sept. 1941 – d. 22. apr. 2018

Ungir lærarar løgdust aftrat starvsliðnum í Nonnuskúlanum miðskeiðis í  sjeytiárunum.  Lærarar við fortreytum og avbjóðingum av ymiskum slag. Skúlin var so nógv øðrvísi enn tann, vit hava í dag.  Vit høvdu árligar fimleika- og handarbeiðsframsýningar,  tónleikaframførslur,  sjónleik, kvøldsetur,  útferðir og helst okkurt annað við. Tað var hesi árini, at vit purraðu  hvønn annan út á rundum føðingardøgum við morgunsangi  í túninum hjá hvør øðrum eina løtu áðrenn kl.  7 á morgni. Vit yrktu sangir og røddu um føðingardagsbarnið.  Kortini stóðu vit í  fimleikarhøllini  kl. 8 og sungu okkara siðvanda morgunsang saman við 300 morgunfrískum skúlabørnum. Okkara skúli varð ikki settur í skipanir og toymir. Tað var so nógv, ið  kom av sær sjálvum.

Tað var eitt slag av idéalismu. Pengar fylgdu ikki við. Vit gjørdu tað bara. Og tað riggaði.  Jørleif  fylgdi meldrinum.

Nógv skemt varð skrivað hesi árini. Hjá Jørleif var so stutt millum hugskot og handling. Hann dugdi at seta saman og fáa tað stuttliga burturúr. Eisini tað tónleikaliga sat - í rútmi, rími og stevi.  Mangan tosaði hann um tónleikalívið í býnum  hjá teimum á Kamarinum. Vit fingu ein part við av tí, -  tú hevði dansað teg inn í hjørtuni á teimum á Kamarinum sum losju- og kyndlamaður. Ítróttamaður um ein háls var Jørleif eisini. Spældi hond- og fótbólt á høgum støði og róði kapp við bátum hjá  Havnar Róðrarfelag.  Jørleif var ein av undangongumonnunum í hondbóltsfelagnum Kyndli, ið varð stovnað í 1956.  Jørleif vandi eitt nú NSÍ,  sum hondbóltsfelagið æt í Runavík tá og somuleiðis vandi hann EB norðuri á Eiði.  Hann hevði verið á ítróttarháskúla í Vejle, har hondbóltur var  greinin hjá honum burturav.

Ein brandur til alt frítíðarítriv var Jørleif. Vit nevndu ítróttin, men tað at fiska, skjóta haru, fjálga um lundalond, havahestaveiðu,  grind,  fjallgonga og fletting, har var  Jørleif í fremstu røð.  Hann dugdi sum fáur at gera mat og dámdi so væl at matgera. Hann hevði eisini tímar í skúlakøkinum, har tey skrædlaðu fisk og eltu knettir.  At yrkja lá væl fyri og  at  festa tekning á veitslusangir. Søgufróður og  góður við heimstaðin var hesin B36arin.

Fremmandu ferðafólkini, hann var ferðaleiðari hjá í býnum, fingu nógvar góðar søgur og tað segðist, at var Jørleif í front sum guide, var altíð ein látur at hoyra á ferðafólkunum.

Felagstúrurin í 1982 úti í Svíni var heilt serligur. Eingin dugdi sum Jørleif at gera útferðina til eina norðoyasrtevnu og serliga uppliving ? Meðan tey í Klaksvík hildu norðoyastevnu, kókaðu vit ræst kjøt á útoyggj. Jørleif  átti sín part av  stuttligu útferðini.  Myndir, tiknar á ferðini, tala sítt týðiliga mál. Vit høvdu sangbók við, ið varð gjørd til útferðina, og tá var ikki alt so snilt, sum tað er nú á grafiska økinum.

 Jørleif Kúrberg var lærari í Sankta Frans skúla í 32 ár. Hann kom  á skúlan í 1965 eftir at hava lært til faklærara í Danmark. Jørleif undirvísti nógv í søgu, enskum og ítrótti.

Í 1997 fór Jørleif úr lærarastarvinum saman við Bjarna Skaalum. Beinraknu tekningarnar av tykkum báðum, ið Óli Petersen teknaði, eru myndaliga sæð so góðar. Tit vóru alt hatta, - skemtiligir, stuttligir, skynsamir og skilagóðir. Og vit gleddust um at vera ein partur av skúla- og gerandisdegnum hjá tykkum báðum.

Úr Sankta Frans skúla fór Jørleif í lærarastarv á Tekniska skúla.   Vit saknaðu teg fyrstu tíðina, - í skúlagarði sum á lærarastovu,  sum søguforteljara og til  felags tiltøk. Tú vart eisini ein góður røðari. Og hvussu illa, tú kanska fórst við okkum í skemti, so búði einki ilt undir.

Fyri tveimum árum síðani varð Jørleif heiðraður sum ársins borgari. Tað komst av, at Lions Club Tórshavn ásannaði stóra týdningin av, at hesin erka havnamaður hevði tikið stig til  at fáa skelti sett á elligomul hús í býlingunum um alt Reynið. Í grundgevingini segði felagsskapurin, at heiðurskjalið var latið Jørleif Kúrberg sum tøkk fyri at hava  kunnað um elsta partin av høvuðsstaði og tess býarsøgu.  

Onkrir fyrrverandi næmingar lýsa Jørleif við hesum superlativum:

Stuttligur, skemtiligur, avgjørdur, søgufróður, góða tendring, dugdi serliga væl at tekna  og so fittur. Ein segði, at Jørleif visti alt, man spurdi hann um og ein annar, at Jørleif var strangur uppá tann góða mátan.  At Jørleif við sínum frálíka góða minni, mintist  nøvn á fyrrv. næmingum, hevur man skilt, at tey frøddust um.

Thora og Jørleif hildu gullbrúdleyp  4. nov. í fjør. Gestaboð var á skúlaheiminum, og gestir vóru komnir alla staðni frá at heiðra gullbrúðarparið.  Vit harmast um, at Jørleif fór so brádliga og vóna, at Thora fær allan linna, ið hugsast kann. Hon gjørdist illa sjúk fyri nøkrum árum síðani. Vit minnast tykkara dugnaskap í skúlahøpi og øðrum felags tiltøkum.

Við hesum lýsa vit frið um havnamannin, læraran Jørleif Kúrberg.

Starvsfelagar í Sankta Frans

19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
04. mar. 2024
Rithøvundavitjan í 2.b
Sí eldri tíðindi