22. feb. 2018
Føstulávintsmánadagur 2018

Føstulávintsmánadag hildu vit sum undanfarin ár í skúlanum.

Kl 8 stundisliga komu næmingarnir grýluklæddir í alskyns stuttligum og óhugnaligum búnum. Tað ræður um at vera millum tey hepnu, ið  fáa skreytblað, har á stendur, at man var ársins “stuttligasta, ljótasta, fittasta, genialasta, óhugnaligasta grýla”.  Jú, har var stórt úrval at velja í.

Eftir morgunsang var farið upp á gólv. Dansurin gekk lystiliga í høllini. So kom tunnusláingin fyri í høllini og úti í garðinum. Kattakongar/drottningar fingu krúnu á høvdið og ein søtan vinning.

Hugnaløtan inni í skúlastovuni við kakao og bollum er altíð hugfarslig. Hetta er ein øðrvísi skúladagur við stuttligum avbjóðingum og aktivitetum.

Jú, ein væleydnaður dagur bæði úti og inni og í høllini.  At fara heim og hava frí dagn eftir, mundi hóvað grýlunum so sera væl.

Myndir frá degnum eru at finna her

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi