08. jan. 2018
Odny í forskúlanum farin

 

Fríggjadagin 29. des. andaðist Odny Thomsen, sum í mong ár var knýtt at forskúlanum hjá okkum. Odny var ættað av Eiði. Kom ung til Havnar at arbeiða hjá Frants Restorff og giftist í 1969 við Tummas Paula Thomsen. Seinni fór hon í vøggustovuna og barnagarðin hjá nonnunum í grannalagnum at virka. Væl lá fyri hjá eiðisgentuni at vera millum tey smáu. Hevði gott handalag og tak á yngra ættarliðnum.

Í 1979 varð hon biðin at koma í forskúlan. Odny kendi ráð og reglur, sum fransiskanarasystrarnar fyriskipaðu og tók av. Trúføst passaði hon sítt starv. Fekk  ringa sjúku at dragast við í 1987, ið elvdi til eina nýratransplantatión. Tað gleddi okkum øll, at hon kom aftur í skúla við fullari arbeiðsorku. Hon helt fram við góðum treysti í forskúlanum fram til 2006/07, tá nýravirknið aftur gjørdi vart við seg skeiva vegin.

Hon bað seg úr starvi. Men alla tíðina, síðani hon fór, fylgdi hon við skúlanum. Hon var sermerkt í nógvar mátar, - trúføst, vinsæl og tók til sín ólekiligu sjúkuna sum nakað, sum var hennara lívslutur. Onnur høvdu okkurt verri at dragast við, helt Odny.

Hon hevði fylt 69 ár nú nýggjarsaftan.

Hvíl í friði. Skúlin fer at minnast teg fyri orku og lívsvilja - at stríðast við ringa sjúku og kortini at vera takksom fyri tað, tær untist.

 

 

18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
04. mar. 2024
Rithøvundavitjan í 2.b
12. feb. 2024
Fastalávints myndir
Sí eldri tíðindi