08. mai. 2017
Starvsfólk til flogbóltskapping

Leygardagin 06/05-17 vóru starvsfólk frá skúlanum til firmakapping í flogbólti.

Øll starvsfólk, ið eru áhugaði, møta mikudagar eftir arbeiðstíð til at spæla flogbólt saman.

Undirtøkan hevur verið góð. Vit hava verið umleið 8-10 sum venja hvørja ferð, men eini 13 - 14 starvsfólk eru tað til samans, sum hava møtt upp ígjøgnum allan veturin.

Síðsta leygardag var so firmakappingin, og okkara vóru tilmeldaðið til kappingina.

Vit endaðu í bólki saman við Banknordik, Havnar fysioterapi og Landssjúkrahúsinum.

Vit fingu tríggjar góðar og javnar dystir, vunnu ein og taptu tveir. Nonnufrensar endaðu soleiðis á 3. plássi í bólkinum, og komu tí ikki víðari úr bólkaspælinum.

Men hetta var eitt sera gott tiltak, og málið er, at vit til næstu kapping manna tvey lið.

Venjing er aftur komandi mikudag 

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi