09. nov. 2024
Valevnini til skúlastýrið skriva ...

Andreas Simonsen, Tvørgøta 8

Eg stilli upp til skúlastýrisvalið í Sankta Frans skúla við nøkrum hjartamálum, sum eg haldi kunnu gera skúlan enn betri fyri okkara børn og lærarar. Eg vil arbeiða fyri eina matarskipan, sum tryggjar, at øll børn fáa heilsugóðan og vælsmakkandi mat. Harumframt vil eg betra um skúlagarðin, so børnini hava eitt trygt og spennandi stað at spæla og læra. Parkeringsviðurskiftini skulu eisini betrast, soleiðis at tað verður lættari og tryggari hjá foreldrum at seta børnini av og heinta tey. Eg havi sjálvur gingið á skúlanum sum barn, og tískil kenni eg virðisgrundarlagið á skúlanum.

 

 

Anna Rein, Láarvegur 44

Týsdagin hevur tú møguleika at atkvøða til skúlastýrisvalið í Sankta Frans skúla.

Eg havi valt at stilla upp, tí eg sum foreldur vil vera við til at tryggja, at børn míni ganga í einum fakliga strimbrandi skúla, har trivnaðurin og sosialu førleikarnir eisini verða raðfestir ovarliga.

Nonnuskúlin hevur eitt heilt serligt pláss hjá mær. Eg eri í orðsins sanna týdningi eitt “nonnubarn”, og ynski eg tí eisini í arbeiðinum at verja og virða ta mentan og siðvenjur, ið skúli okkara hevur.

Tað eru tríggjar høvuðsorsøkir til, at eg havi valt at stilla upp til skúlastýrisvalið í Sankta Frans skúla:

  • Skúlin skal draga teir bestu lærararnar til sín
  • Skúlin skal hava betri fysiskar umstøður
  • Skúlin skal kveikja fakligu førleikarnar í einum tryggum umhvørvi

 

Hesi seinastu fýra árini í skúlastýrinum hava givið mær gott innlit í virksemi skúlans. Arbeitt hevur verið við nógvum málum, men enn fleiri mál skulu loysast, m.a. at bøta um okkara skúlagarðar. Í hesum sambandi hevur skúlastýrið saman við leiðsluni søkt um játtan til at dagføra skúlagarðarnar til gagns fyri okkara børn. 


Gott skúlastýrisval

 

 

Filip J. Eliasen, Tinghúsvegur 66

Eg eri giftur við Birtu og pápi at Edit í 3A og Fípu, sum gongur á Miðstovninum. Væntandi komi eg at hava tilknýtið til SFS nógv ár aftrat. Eg ynski tí at ver við til at ávirka at SFS framhaldandi verður ein góður skúli hjá døtrum mínum at ganga í. Nakað av tí eg vil arbeiða fyri er:

· At SFS hevur eitt tætt, sjónligt og virkið samstarv við kommununa, soleiðis at skúlin fær tær raðfestingar sum skula til og kann mennast og blíva enn betur fyri børn okkara.

· Ein av hesum raðfestingum eigur at vera ein dagføring av skúlagarðinum og úti økinum rundan um skúlan. Hetta haldi eg er tiltrongt.

· At SFS er eitt gott arbeiðspláss og at starvsfólk trívast – tað er eitt gott grundarlag fyri, at tey fáa børnini hjá okkum at trívast.

· At verja, virða og varðveita tað mentan og tær gomlu siðvenjur, ið so nógv ár hava mynda skúlan.

· At skúlin hevur ein skynsaman og greiðan skerm- og fartelefon politikk.

 

 

Gunn Hermansen, Tinghúsvegur 46

Gunn Reginsdóttir Hermansen, 38 ár.
Gift við Boga og saman eiga vit 4 børn.

Míni hjartamál eru:
 - Fjølbroyttari útiøki: eg fari at arbeiða fyri einum fjølbroyttari útiøki, eitt nú við at gera skúlagarðin meira spennandi og eggjandi til spæl. Eisini fari eg at birta undir størri nýtlsu av nærumhvørvinum. Fáir skúlar hava so ríka náttúru uttanfyri hurðina, og hetta ynski eg, at inndraga í gerandisdagin og undirvísingina.

 - Rørsla og innlæring: øll gransking vísir at rørsla stimbrar innlæringina. Tí mugu vit á skipaðan hátt, fáa rørslu í gerandisdagin hjá næmingunum.

- Fjølbroyttari úrval av valfakum í hádeild: við einari breiðari viftu av valfakum, kenna allir næmingar seg aftur í valmøguleikunum, og finna lærugreinar tey dáma og trívast í.

- Fakligan førleika: arbeiða við tryggleika, samstarvi og virðing, sum trivnaðarætlanin grundar á.

- Skúlaaftran: eitt sera týðandi evni. Vit mugu varpa ljós á støðuna og fáa størri innlit í vaksandi trupuleikan

 Um meg
 Eg havi góðar royndir við nevndararbeiði í ítróttaligum sersambandi, fyrskipan av størri ítrótta- og mentanarligum tiltøkum umframt trivnaðartiltøkum. Til dagligt arbeiði eg sum móttøkufólk í tryggingarfyritøku.

Eg fái íblástur til verkætlanir og kreativ tiltøk frá teimum, eg eri í samband við og frá samfelagsligum avbjóðingum. Saman við røttu fakfólkum og einum góðum arbeiðstoymi, kunnu hugskot gerast til ítøkilig átøk. Hetta hevur sitandi skúlastýrið víst í verki, og tí vil eg gjarna bjóða meg fram, at stuðla hesum megnar arbeiði.

Gunn Reginsdóttir Hermansen

 

 

Olav Skaalum Guttesen, Suðurrás 15

Sum fyrrverandi næmingur í Sankta Frans Skúla og pápi at trimum børnum sum hava gingið og ganga í skúlanum ynski eg at arbeiða fyri at skúlin hevur teir bestu karmarnar til at fremja trivna og læring. Eg ynski at arbeiða fyri at skúlin hevur góðar fysiskar karmar bæði úti og inni, at børn og foreldur fáa eina góða kunning um øll viðkomandi evni og at skúlatilboðið til næmingarnar er eitt tað besta í landinum.

 

18. nov. 2024
Lærarastørv í Sankta Frans skúla
12. nov. 2024
Nýggja skúla­stýrið mannað
07. nov. 2024
Hátíðarhald í okkara nýggju hádeild
23. okt. 2024
8.a á Norðplus í Haastrup.
11. okt. 2024
Rennidagur 2024
04. okt. 2024
Sankta Frans dagur 04.10.24
Sí eldri tíðindi