28. feb. 2017
Føstulávintshaldið 2017

Mánamorgunin kl. 8 byrjaði árliga føstuhaldið í skúlanum. Børnini høvdu á sera kreativan hátt latið seg í allar hugsandi búnar við eyðkennum av øllum handa slag. Dansurin gekk væl í fimleikahøllini, og børnini livdu væl í søgugongd og stevi. Genturnar í  7. flokkunum hava, sum undanfarin ár, ein fastan setning føstulávintsmánadag: at tilnevna vakrastu, stuttligastu, fittastu, snøggastu etc. grýluna. Tilsamans vóru 13 disciplinir. Henda skemtiløtan fór fram í fimleikahøllini.

Tunnusláingin gekk skjótari hjá summum flokkum enn hjá øðrum. Men bilbukt fekst við tunnurnar, so kattakongur og drotning kundu krúnast, áðrenn farið var heim.

Vit kvøða altíð eina løtu føstulávintsmánadag í tveimum umførum. Børnini hava frammanundan fingið høvi at kvøtt onkrar løtur frammanundan og fingið at vita, at rímiligt er at læra seg eini 20 ørindi uttanat av fyrisettum kvæði/vísu.

Annars hugna børnini sær saman við flokslærara í skúlastovuni við bollum, køkum og kakao føstulávintsmánadag. Dagin eftir hava børn og lærarar frí, og tað hóvar øllum væl.

Fleiri myndir eru her: Føstulávint 2017

19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
04. mar. 2024
Rithøvundavitjan í 2.b
Sí eldri tíðindi