31. jan. 2017
Okkara Unnur DM meistari í inniróðri

Í 6. a gongur hon, úrmælingurin Unnur á Tórgarði. Lítillátin er hon, tá vit í morgun hittu hana á skúlabókasavninum. Seinasta vikuskifti luttóku 6 ungdómar úr Føroyum í DM meistarakappingini í inniróðri, 4 úr Havn, ein úr Klaksvík og ein av Tvøroyri. Unnur var millum rógvararnar úr Havn. Øll fingu stak góð úrslit. Men Unnur gjørdist tann besta í sínum singleskollara. Í 3 min. róði hon 776 m og fekk heitið DM meistari.

Unnur hevur so langt aftur, hon kann minnast, róð. Foreldrini hava eggjað henni til, fyrst í ÍF í Fuglafirði, har hon búði fyrstu skúlaárini og síðani í Havnar Róðrarfelag seinastu 3 árini.

Skúlin ynskir Unnur hjartaliga til lukku. 

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi