13. des. 2022
15.600 kr. til Sinnisbata

Umboð fyri Sinnisbata vóru aftaná vakra lusiasangin í morgun í Sankta Frans skúla og tóku ímóti teimum 15.600 kr., sum komu inn frá loppusøluni í ár. 

Tað var næmingaráðið í Sankta Frans skúla, sum gjørdi av at lata bólkunum Time Out hjá Sinnisbata peningin. Time Out er tilboð fyri 12 til 18 ára gomul børn og ung, sum eru avvarðandi hjá fólki við sálarsjúku.

Tilboðið  Time Out er staðið, har børn og ung kunnu siga “time out” frá gerandisdegnum og slappa av, tosa um sjúkuna, ið tann avvarðandi hevur, ella deila møguligar royndir í felagsskapi við fólk, ið vita júst hvussu tey kunnu hava tað. Har er pláss fyri at siga tað, ein hevur brúk fyri, og at hava tær kenslur, sum ein hevur.

Skúlin takkar næmingum og vaksnum fyri stuðulin, ið tit ár eftir ár veita við leikum, klæðum og øðrum til árligu loppusøluna. Tað hevur stóran týdning, at vit kunnu gera mun við at endurnýta tilfar og á hvørjum ári lata innkomna peningin til okkurt vælgerandi arbeiði fyri børn og ung. 

Mynd: Aslaug Olsen, skúlastjóri í Sankta Frans skúla, Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, og Gunnhild Persson, aðalskrivari í Sinnisbata.

 

19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
04. mar. 2024
Rithøvundavitjan í 2.b
Sí eldri tíðindi