28. nov. 2016
Marita heiðrað

Seinnapartin í dag var borgarstjórin Heðin Mortensen á skúlanum og heiðraði Maritu Glerfoss fyri trúgva tænastu á skúlanum í 35 ár. Marita er ættað úr Kvívík, gift við mikladalsmanni og eiga tey børnini Robert, Tórstein og Heidi.

Marita hevur verið og er ein stak fryntlig reingerðarkona, blídlig og fyrikomandi. Á myndunum síggja vit Maritu við blómum saman við borgarstjóranum og á hinari Maritu við starvsfeløgunum í reingerðini á skúlanum og leiðslu skúlans.

Vit ynskja henni Maritu hjartaliga til lukku við merkisdegnum og blíðan byr framyvir.

 

18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
04. mar. 2024
Rithøvundavitjan í 2.b
12. feb. 2024
Fastalávints myndir
Sí eldri tíðindi