10. jun. 2022
4.b vann Skúlaleikir

Nú Skúlaleikir eru lidnir fyri í ár, stendur okkara 4.b eftir sum vinnari av Skúlaleikum fyri 4. flokkar. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku.

Úr Sankta Frans skúla hava báðir 4. flokkarnir og báðir 5. flokkarnir verið við til Skúlaleikir hetta kappingarárið. 15 flokkar komu víðari frá undanstevnuni til landsstevnuna, og tað var altso á landsstevnuni fyri 4. flokkar í dag, at okkara 4. flokkur gjørdist vinnari.

Landsstevnan verður ein spennandi dagur, har 4. flokkarnir fara at spæla flogbørn og gera frælsan ítrótt og 5. flokkarnir fara at spæla badminton og rógva. Og eins og til undanstevnurnar snýr dagurin seg  um. meira enn ítróttagreinarnar. Vit far at heppa á hvønn annan, hita upp saman og so fáa vit forkunnuga vitjan. 

Føroyski OL-rógvarin Sverri Sandberg Nielsen var við á degnum, og næmingar sluppu at práta við hann og taka myndir við honum.

Dagurin endaði við at finna flokkin, sum gjørdist vinnari av landsstevnuni í Skúlaleikum 2022 fyri 4. flokkar. 

 

19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
04. mar. 2024
Rithøvundavitjan í 2.b
Sí eldri tíðindi