31. mai. 2022
7. flokkarnir í Nordplus-samstarvi um burðardyggar vanar

7. flokkar okkara hava havt vitjan av flokkum úr Danmark og Íslandi, og í løtuni er 7.b í Danmark og vitjar samstarvsflokk sín. Herfyri var eisini 7.a í Íslandi og vitjaði ein flokk, sum tey samstarva við. Talan er um Nordplus-samstarv, og evnið hesaferð er burðardyggir vanar.
Í Íslandi lærdu tey millum annað um nýtslu av jarðhita. Í Føroyum endurnýttu tey gamlar avísir og gjørdu gávuposar. Eisini vístu tey gestunum runt í vøkru Havnini. 7.b, sum nú er í Gislev í Danmark á vitjan, lærir ymiskt í sambandi við kreativa endurnýtslu.

Umboð fyri Tórshavnar kommunu vitjaðu skúlan, tá donsku og íslendsku næmingarnir vitjaðu okkum, og um hetta skrivaði kommunan soleiðis:

https://www.torshavn.fo/tidindi/nordpluss-7-flokkar-motast-um-endurnytsluvanar/

 

Myndir: Tórshavnar kommuna

 

19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
04. mar. 2024
Rithøvundavitjan í 2.b
Sí eldri tíðindi