12. mai. 2022
Lærarastørv í Sankta Frans skúla

Lærarastørv í Sankta Frans skúla
 

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2022 

2 føst lærarastørv

5 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2022/2023, vegna barnsburðarfarloyvi, farloyvi, lækkað tímatal og avlopstímar 

Endaligt tímatal fyri tíðaravmarkaðu størvini verður endaliga ásett 1. sept. 2022.

 

Søkt verður eftir lærarum, sum:

undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans  
leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning
duga at samstarva og eru fyrikomandi
eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum
 

Harafturat skulu lærararnir hava førleika at átaka sær hesar uppgávur:

flokslæraraarbeiði
undirvísa í ítrótti/svimjing við dreingjum
undirvísa í tónleiki/sangi
undirvísa í handaligu lærugreinunum
 

Tað er ein fyrimunur um umsøkjarar hava útbúgving sum serlærari, støddfrøðisvegleiðari og bókavørður

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.

Læraralesandi, sum vænta at taka prógv í summar, eru eisini vælkomin at søkja størvini.

 

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi  Fríggjadagin 20 mai kl. 12.00 Umsóknir verða sendar til:

 

Sankta Frans skúli

Varðagøta 10

FO-100 Tórshavn

ella í teldubrævi til: aslaug.olsen@skulin.fo

 

­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536   ella 

Jóhan M. Stenberg, varaskúlastjóra á  tlf. 282533

 

____________________________________________________________________

 

Í Sankta Frans skúla eru 368 næmingar í forskúla til 7. flokk. Í skúlanum starvast 31 lærarar og 4 námsfrøðingar. Skúlin hevur ein starvsfólkahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan

 

 

 

19. mai. 2022
3.a hepni vinnarin
17. mai. 2022
Evnisvika
12. mai. 2022
Starv sum varaskúla­stjóri í Sankta Frans skúla
06. mai. 2022
Matpakkin
25. apr. 2022
Tien vann Pangea
07. apr. 2022
Lesiátak í 4. og 5. flokki
Sí eldri tíðindi