Tíðaravmarkað starv sum varaskúlastjóri skúlaárið 2022/23
Hevur tú hugsjónir, áræði og dirvi, og megnar tú at ganga á odda fyri einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja starv sum varaskúlastjóri á Sankta Frans skúla.
Í Sankta frans skúla ganga 368 næmingar í Forskúla – 7.fl. Tað starvast 40 starvsfólk í skúlanum.
Sókt verður eftir varaskúlastjóra, sum
· undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu ábyrgdini og leiðsluni av virksemi skúlans
· Við virkisfýsni er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans
· Er næsti arbeiðsfelagi skúlastjórans og undir fráveru skúlastjórans virkar í hansara stað
Harumframt vænta vit, at varaskúlastjórin:
· hevur góð leiðslu- og samstarvsevni og megnar at hava yvirlit og dugir at skipa fyri
· Støðugt er við til at áseta mál og virkisætlanir fyri skúlan, sum búgva skúlan til framtíðar krøv
· saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd
· hevur góðan málførleika í skrift og talu, serliga í føroyskum
Um starvið
Í starvinum eru um 900 leiðslutímar og á leið 12 undirvísingatímar umframt annað innan ráðlegging, fundir og samstarv.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið er lønt í lønarflokki 35-1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya lærarafelag. Starvið er tíðaravmarkað skúlaárið 2022/23 frá 1. august 2022
Umsóknir
Umsóknir við møguligum viðmælum, c.v. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. juni 2022 kl. 12.00.
Fleiri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Aslaug Olsen, skúlastjóra tlf. 282536 ella við at senda teldupost til aslaug.olsen@skulin.fo