02. nov. 2016
Spennandi starv sum námsfrøðiligur stuðul

Spennandi starv sum námsfrøðiligur stuðul í Sankta Frans skúla
 

Søkt verður eftir :

  • 1 námsfrøðiligum stuðli til Sankta Frans skúla at byrja 01/12-2016. Starvið er fyri restina av skúlaárinum 2016-17.
  • Arbeiðstíðin: Setanarbrøkurin er 0,525. Tað er uml. 24 klokkutímar um vikuna
  • Starvið er at verða stuðul hjá einum næmingi í 4. Flokki.

Ein dag um vikuna er næmingurin í serligum skúlatilboðið, ið vit nevna Førleikaflokkur. Her kemur námsfrøðiligi stuðulin eisini at starvast hendan dagin. Harafturat skipar stuðulin, saman við førleikastovuni/leiðsluni, fyri verkstaðarundirvísing nakrar tímar um vikuna.
 

Tann, ið settur verður, skal:

  • duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.
  • verða fús/ur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.
  • vera stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur.

 Stuðulsstarvið:

  • Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving/royndum hava fyrimun.

 Lønar- og setanartreytir

  • Stuðulsstarvið verða lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 17/11 - 2016 kl. 12.00

 

Sankta Frans skúli
Varðagøta 10
FO-100 Tórshavn

www.sfs.fo

johan.marni.stenberg@skulin.fo

Nærri fæst at vita um starvið hjá  Jóhan M. Stenberg, varaskúlastjóra, á telefon 282533.

19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
04. mar. 2024
Rithøvundavitjan í 2.b
Sí eldri tíðindi