08. okt. 2021
Stutt og greitt

Hósdagin kom so tann stóri dagur, framførsludagurin.
Vit høvdu generalprøva í sangstovuni, gomlu kirkjuni, í 3. tíma, og framførdu í 4. tíma.
Evnið hjá 5.a fyri góðum mánaða síðani var bókstavir; hesuferð var tað Frans úr Assisi, eftirsum Sankta Frans var mánadagin 4. oktober, og var tað 1.b, sum stóð fyri hesum regluliga tiltaki, ið fyrstuflokkarnir og 5.a standa fyri.
Tiltakið er til fyri at fremja áhugan fyri og viljan til at arbeiða við onkrum, menna bindindi og dirvi - hetta, at tora at traðka fram fyri eini fjøld.

Tað eydnaðist stak væl, halda vit øll, næmingar sum lærarir.
Vit høvdu íalt 10 bólkar, har tað, lutvíst vegna fráfall á degnum, var ymiskt, hvussu mong myndaðu hvønn bólkin. Hvør bólkur hevði sítt 'slide"/uppslag, og uppgávan hjá honum var at greiða frá tí, ið var at síggja á uppslagnum.
Nøkur tordu sera væl, nøkur minni væl. Nøkur dugdu avbera væl at traðka fram og greiða frá, hart og týðuligt, meðan onnur, hvat er púrasta skilligt, aftraðu seg eitt sindur.
Men hetta er sum við so nógvum øðrum lívsins viðurskiftum: at tess oftari tú arbeiðir og roynir, betri torir og dugir tú.
Mestsum øll vóru eitt sindur bangin ella fjálturstungin, men vit hjálptust at, og samanumtikið var hetta ein góð roynd; ein neyðug roynd enntá, tí hon ger tað minni trupult næstu ferð.
Vit halda, at næmingarnir vóru nokkso stoltir aftaná, um tað so bara var at standa á pallinum, nærum einsamallur, frammanfyri eini ikki heilt lítlari mannamúgvu.
Vit gleða okkum til næsta Stutt og greitt.

Rebekka, Saranja og Agga

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi