01. okt. 2021
Amerika latið uppaftur

Mikudagin var ein vakur heystardagur, og tá fingu børnini í Sankta Frans skúla eitt nýtt spælipláss. 

Fyri umleið hálvum ári síðani varð farið undir at grava út til nýggja útgerð við síðuna av viðarlundini - spæliplássið hjá okkum í Sankta Frans, sum vit síðani tíðina við nonnunum hava nevnt Amerika. Tað hevur verið stongt í longri tíð, men er nú latið uppaftur í nýggjum hami.

Mikumorgunin kom borgarstjórin, Heðin Mortensen, niðan í skúlan og klipti snórin, og so varð Amerika við nýggjari spæliplássútgerð vígað.

Forskúlabørnini stóðu so spent og eygleiddu, meðan snórurin varð kliptur, og so tustu tey niðan í Amerika.

Tá ið skúladagurin var av, høvdu øll børnini verið í Amerika og spælt, og øllum dámdi tað sera væl. Tey vóru øll samd um, at hetta veruliga var fyri neyðini.

 

Orð: Næmingarnir í miðlabólkinum

Myndir: Anita Ellendersen og Elin S. Vang

 

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi