02. jun. 2021
Starv sum námsfrøðingur í forskúlanum á Sankta Frans skúla.

 

 

Søkt verður eftir námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv frá 1. august 2021. Setanarbrotið er 0,7

 

Um starvið:   

Starv sum námsfrøðingur í forskúlanum fevnir um, at tú saman við lærara hevur ein flokk í forskúlanum 20 undirvísingartímar.

 

Tann, ið settur verður, skal:

Duga væl at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.

Verða fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.

Vera stundisligur og nærlagdur.

Tann, ið settur verður í starv, skal hava námsfrøðiliga útbúgving.

 

Sankta Frans skúli er ein tvísporaður skúli við forskúla til og við 7. flokk.

Í skúlanum arbeiða 28 lærarar og 4 námsfrøðingar.

Skúlin liggur mitt í høvuðsstaðnum, og eru allir hugsandi hentleikar beint við skúlan. Harafturat er viðarlundin okkara næsti granni, og her eru sanniliga nógvir møguleikar til at ríka um dagin hjá næmingunum.

 Lønar- og setanartreytir Størvini vera sett sum sáttmálasett størv við setanarbrotið 0.7 og eru lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráði/KAF. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-22. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 16. juni 2021 kl. 12.00. Umsóknir verða sendar til:

 

Sankta Frans skúli

Varðagøta 10

FO-100 Tórshavn

ella í teldubrævi til: aslaug.olsen@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536 ella Jóhan M. Stenberg, varaskúlastjóra, 282533

 

19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
04. mar. 2024
Rithøvundavitjan í 2.b
Sí eldri tíðindi