24. apr. 2021
90 ár síðan nonnurnar komu til Føroya

Í dag, 24. april, eru 90 ár liðin, síðani fyrstu fransiskanarasystrarnar komu til Føroya við ætlanum um at seta ein skúla á stovn í høvuðsstaðnum. Tað gekk sum ætlað, tí tørvur á skúla var heilt stórur, og vit kunnu siga, at vøggan hjá Sankta Frans skúla stóð í Bringsnagøtu í Havn, har skúlin hjá nonnunum var tey fyrstu árini.
Í 1933 høvdu nonnurnar við góðari hjálp bygt okkara reyða Sankta Frans skúla í Varðagøtu. Eitt óvanliga stórt byggjarí eftir tátíðar mátistokki og framvegis í dag ein av søguligastu bygningum í býnum, sum vit eru sera stolt av.
Tað vísti seg í fleiri mátar at vera kærkomin hjálp frá teimum báðum fyrstu nonnunum, ið komu til Føroya. Ikki bara skúlabørn manglaðu skúla, sóu tær. Í Havn høvdu nógv børn undir skúlaaldur ongastaðni at vera, meðan foreldrini vóru til arbeiðis, og tí stovnaðu nonnurnar skjótt eisini Føroya fyrsta barnagarð. Síðani komu eisini vøggustova og forskúli. 
Tað komu skjótt fleiri nonnur til Føroya aftaná teimum báðum fyrstu, og í nógv ár vóru tær lærarar, námsfrøðingar og leiðarar í skúla og ansingarstovnum. Miðskeiðis í 1980-unum yvirtók Tórshavnar kommuna skúlan, sum síðani hevur verið almennur skúli. Tó hanga siðvenjur frá nonnunum við enn tann dag í dag. Til dømis verður Sankta Frans dagurin hátíðarhildin sum ein stórur dagur í skúla okkara, vit hava páskagudstænastu í Mariukirkjuni, og yvir hurðunum í hvørjari skúlastovu hongur eitt kors, eins og tað gjørdi, tá nonnurnar fyri út við einari øld síðani løgdu lunnar undir henda stásiliga skúla í miðbýnum.

Árini ganga, og tíðirnar broytast, men vit verða altíð nonnufrensar.

Tekstur: Katrin Erlendsdóttir

19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
04. mar. 2024
Rithøvundavitjan í 2.b
Sí eldri tíðindi