19. feb. 2021
Okkara David leitar eftir lívi á Mars

Tað eydnaðist. Fyrrverandi næmingur okkara David Arge Klevang Pedersen er uttan iva ein glaður maður í dag, tí í gjárkvøldið hendi tað, sum tey flestu høvdu vónað, men kanska fá væntaðu. Marsbilurin Perseverance lendi á Mars í øllum góðum, og allur heimurin fylgdi við. 

Sum verkætlanarleiðari á DTU Space hevur David staðið á odda fyri menningini av heilt serliga PIXL-myndatólinum á Perseverance bilinum ella rovaranum hjá NASA, sum skal kanna, um lív er á Mars

David er eitt gott dømi um, at um tú arbeiðir hart, so kanst tú koma langt, og vit eru stolt av at hava verið við til at lagt lunnar undir fyrstu átta skúlaár hansara.

Á leinkjuni her sæst David í samrøðu við TV2:

https://nyheder.tv2.dk/video/VDJ3TEtLdXl0ZU55bURRcXY5a1JiTllwWmpXQXgxMXU

 
Tekstur: Katrin Erlendsdóttir

 

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi