28. sep. 2016
Skúlarenningin 2016

Norðurlendska skúlarenningin

Dagurin byrjaði við morgunsangi og leiðbeining viðv. Renningini. Hálvan tíma seinni var upphiting í ovara skúlagarði. Næmingarnir í 1. flokki fingu nakað av leiðreglum í ferðsluni.

Merkið varð vundið á stong og í besta góðveðri runnu vit teinin, vit hava runnið seinastu mongu árini. Hvørt umfar úr skúlagarðinum niðan á Ringvegin og oman aftur eftir Varðagøtu er 2,5 km.  Næmingarnir løgdu nógva orku í at renna í minsta lagi tey 4 umførini, ið er tað mest vanliga og gevur “gull” um hálsin. Tó treiskast nøkur og eru so kná og renna tað dupulta.

Samanlagt runnu okkara 340 næmingar 3765 km. Við øðrum orðum eru tað 1506 umfør á 2,5 km. Her kann skoytast uppí, at tveir næmingar úr 4. a runnu 27, 5 km.  Tað er tað sama sum 11 umfør.

Undir renningini fingu næmingarnir banan og kalt vatn at drekka. Eftir lokna renning fingu tey í skúlastovuni Drifters og Sun-Top.

Ein øðrvísi og hugaligur skúladagur var av kl. 12.30

 

Myndir eru at síggja Skúlarenningin 2016

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi