28. jan. 2020
Raskir svimjarar í SFS

Hósdagin tann 23. januar svumu 7. floks næmingar heili 21.900 metrar ella 876 longdir í langa hylinum í svimjihøllini í Gundadali.

Hetta var seinasti dagur, ið 7. flokkarnir svumu í hesum skúlaárinum, og vildu vit vita, hvussu røsk tey vóru. Og røsk vóru tey!! Teir 23 næmingarnir, ið kavaðu í hylin hendan dagin, høvdu sum uppgávu at royna at svimja eitt hálvt Marathon (eitt Marathon er 42.195 metrar), og tað gjørdu tey lættliga. Tey svumu 21.900 metrar.

Tað stuttliga við hesi "venjing" var at øll gjørdu sítt besta, og at hetta var eitt felags avrik. Gott kempað :-)

 

Eyvind Akraberg Hansen og Barbara Holm

19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
04. mar. 2024
Rithøvundavitjan í 2.b
Sí eldri tíðindi