06. mai. 2019
Hey tit øll!

Góðu kunnu tit vita, um tit eiga perlubond liggjandi, sum ikki verða brúkt meira? Omma eigur kanska okkurt. Mamma, mostir ella fastir kanska eisini...

Til evnisvikuna í Sankta Frans skúla verður perluverkstaður, har vit gera armbond úr brúktum perlum. Heitið á evnisvikuni er “Umhvørvið og vit”, og í hesum sambandi er tankin at endurnýta so nógv sum gjørligt. Tí høvdu vit verið sera, sera glað, um so nógvir næmingar sum gjørligt komu við perlubondum heimanifrá.

Tit verða biðin um at lata perlubondini inn til flokslærara tykkara í seinasta lagi fríggjadagin 10. mai.

Evnisvikan verður í døgunum 16.-23. mai.

19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
04. mar. 2024
Rithøvundavitjan í 2.b
Sí eldri tíðindi