15. apr. 2019
Stuðulsgáva til Barnaheimið

Stuðulsgáva til Barnaheimið

Næmingar úr 7.b 2018/19 í Sankta Frans Skúla, hava í dag 12. apríl 2019, latið stuðulsgávu til Barnaheimið á Kr. 63.276,56.

Hetta byrjaði sum ein verkætlan í sambandi við innsavnan til námsferð hjá flokkinum. Verkætlanin hevði tó eitt endamál og tað var at framleiða og selja 1000 fløgur á 100 kr., har næmingarnir fingu 20% av søluni og avlop eftir útreiðslur fór óskert til børnini á Barnaheiminum.

Flokkurin fekk fløguna mixaða og mastraða ókeypis av Jákup Zachariassen og fløguhúsin bleiv sniðgivin ókeypis av reklamuvirkinum VIRKA. Føroyaprent prentaði húsan og Rema media framleiddi fløgurnar. Næmingarnir límaðu fløguhúsan og koyrdi fløgurnar í. Síðani fingu næmingarnir til uppgávu, at fara út at selja fløgur til fyritøkur og húskir. Sølan er tað sum hevur tikið longst tíð, men undirtøkan fyri søluni hevur sum heild verið góð serliga millum fyritøkur og tað vilja næmingarnir siga stóra takk fyri.

Fløgan er ein upptøka við 24 sangum, sum Kris Kristofferson framførdi í Reinsarínum 30. august 2017. Allur peningurin, sum inn kom fyri konsertina, fór til Barnaheimið. Kris játtaði at upptøkan kundi gevast út á fløgu treyta av, at avlopið fór til børnini á Barnaheiminum og at peningurin verður brúktur soleiðis, at hann kemur børnunum til góðar, helst á onkran tónleikaligan hátt, antin við tónleika útgerð ella tónleika upplivingum.

Ein lítil samkoma var hildin á Barnaheiminum fríggjamorgunin 12. apríl kl. 10, har næmingarnir í 7b, flokslærari og umboð fyri foreldur og samskipanini av verkætlanini, greiddu umboð fyri Barnaheiminum Harriet Durhuus frá verkætlanini og síðani handaði flokkurin tann stóra kekkin á kr. 63.276,56.


Harriet takkaði mangar ferðir fyri vegna øll á Barnaheiminum og lovaði, at peningurin verður brúktur til børnini og ikki til umsiting ella rakstur.


Her er ein skrivlig heilsan frá starvsfólkunum á Barnaheiminum til 7b:

----------------------

Orð kunnu ikki lýsa, hvussu takksom vit eru fyri hesa flottu stuðulsgávu til barnaheimið. 
Túsind takk til 7b í Sankta Frans Skúla, og Kris Kristoffersen fyri at hugsa um okkum. Ein slík gáva hevur nógv at týða fyri barnaheimið, og sjálvsagt fara pengarnar óskerdir til børnini á barnaheiminum.

Vit gleða okkum at hoyra fløguna, og ynskja 7b eina framúr góða námsferð.

Vinaliga

Harriet Eyð Durhuus
Leiðari - Eind 10 - Barnaverndarstovnar
Trivnaðardepilin

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi