SKÚLANÝTT
Lesiløtan #LesOgLær
08/02-2019

Frá mánadegi 11. februar og 3 vikur fram (til fríggjadagin 1. mars), verður átakið LesOgLær fyri allar næmingar.

Klokkan 9 hvønn morgun verður ringt til lesiløtu, sum er fram til fríkorterið kl..9.30.

Endamálið er, at næmingarnir lesa í 1 tíma um dagin, tað er 1/2 tíma í skúlanum og 1/2 tíma heima.

Heitt verður á tykkum har heima, at taka væl undir við tiltakinum.

Tað er umráðandi, at barnið altíð hevur bókina til LesOgLær við í skúla. Tí fara vit at heita á teg har heima at syrgja fyri, at bókin til lesiløtuna er í skúlataskuni, tá barnið fer í skúla.

Vegna SFs

Helga og Ingo