SKÚLANÝTT
Nógv børn á KFUK-bønum
  • Mikumorgunin á KFUK-bønum
    Mynd: Poulina Slættanes
  • Av lærarastovuni hósmorgunin
    Mynd: Poulina Slættanes
31/01-2019

Kavin er komin, og børnini eru ovurfegin. Fleiri flokkar hava verið og skreitt og stuttleikað sær á KFUK-bønum, granna okkara, sum altíð er væl vitjaður, tá kavi er. 

Kavamyndirnar her tók Poulina Slættanes mikumorgunin. Hendan morgunin vóru koyrilíkindini ring nógvastaðni, men her bilti ikki. Skúlin var so at siga fullsettur, og børn og vaksin streymaðu út at skeiða.