20. des. 2018
Morgunløtur í desember og jólagudstænasta í Vesturkirkjuni

Seinastu árini hava morgunsangir okkara verið eitt sindur øðrvísi enn vanligt í desember mánaða. Fyri líka sum at hita upp til jólini, hava vit havt ymiskt hugnaligt á skránni umframt vanliga morgunsangin við bøn.

Lærarar hava sagt frá søgum fleiri morgnar, næmingar frá tónleikaholdum okkara hava framført nakrar sangir, og sum siður er, gingu genturnar í 7. flokkunum Lusia 13. desember. Hendan sama dagin handaði Aslaug, stjóri okkara, Rúna Juul frá Team Rynkeby Føroyar pengarnar, sum vit fingu inn umvegis loppusølu okkara. Heili 16.625 kr. fingu vit inn!

Seinasta dag fyri jól vóru vit øll til gudstænastu í Vesturkirkjuni, og umframt prestin stóðu nakrir av næmingum okkara undir leiðslu av Torkil fyri einum parti av gudstænastuni. Sí myndir.

18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
04. mar. 2024
Rithøvundavitjan í 2.b
12. feb. 2024
Fastalávints myndir
Sí eldri tíðindi