21. des. 2018
Farloyvisstarv sum námsfrøðiligur stuðul

Farloyvisstarv sum námsfrøðiligur stuðul í Sankta Frans skúla

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi í farloyvisstarv  frá 01.02.2019 - 27.06.2019. Tann, ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett.

Sankta Frans er ein tvísporaður skúli við forskúla til og við 7. flokk. 

Í skúlanum arbeiða 30 lærarar og 2 námsfrøðingar.

Skúlin liggur mitt í høvuðsstaðnum, og eru allir hugsandi hentleikar beint við skúlan. Harafturat er viðarlundin okkara næsti granni, og her eru sanniliga nógvir møguleikar til at ríka dagin hjá næmingunum.

Um starvið: 

•      Stuðlarnir arbeiða í einum stuðulstoymi. Toymið samstarvar við Førleikastovuna, leiðsluna og flokslærararnar hjá teimum næmingunum, ið hava brúk fyri stuðli.

•      Stuðlarnir koma at skipa verkstøð við fakligum og kreativum innihaldi. Harafturat koma stuðlarnir at arbeiða úti í flokkunum.

Tann ið settur verður, skal:

•      Duga væl at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingum.

•      Vera fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.

•      Vera stundisligur og nærlagdur.

Lønar- og setanartreytir:

Starvið er sett sum sáttmálasett starv við setanarbrotið 0.75 og er lønt sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag . Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-21. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8

Umsóknir 

Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 18.01.2019 kl. 12.00. Umsóknir verða sendar til:

Sankta Frans skúli

Varðagøta 10

FO-100 Tórshavn ella í teldubrævi til: aslaug.olsen@skulin.fo

 

Nærri kunning fæst við at ringja til

Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536  ella Jóhan M. Stenberg, varaskúlastjóra á tlf. 282533

19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
04. mar. 2024
Rithøvundavitjan í 2.b
Sí eldri tíðindi