14. des. 2018
Svimjifiskar í Sankta Frans skúla.

Týsdagin tann 11. december 2018 var ein serligur svimjidagur fyri 7. floks-næmingarnar í Sankta Frans Skúla. Teir skuldu nevniliga svimja eitt heilt Maraton tilsamans. Tað eru kanska ikki øll, ið vita hvat eitt Maraton er. Eitt Maraton er teinurin ímillum Griska høvuðstaðin Athen og býðin Maraton. Teinurin er 42 kilometrar og 195 metrar til longdar. Tá hetta verður rokna um til longdir í kappsvimjingarhylinum í Gundadali er talan um 1688 longdir.

Fyri at hetta skuldi kunna lata seg gera var umráðandi at øll gjørdu sítt ítasta at svimja og tá var kortini ikki víst, at tað fór at bera á mál.

Spentir og hugagóðir lupu næmingarnir í hylin klokkan 12.45 og løgdu til brots at svimja. Teir svumu og svumu og svumu og tað var ræðuliga strævið. Tá næmingarnir høvdu svomið hálvan teinin var vónin um at røkka málinum um at hvørva hjá nógvum næmingum, men við uppmuntran og góðum vinarlagi var ikki givið upp og hildið var áfram at svimja. Tá klokkan var gott kvart yvir tvey, kundu næmingarnir hevja armarnar yvir høvd og fegnast um at teir høvdu megna at rokkið málinum.

Eitt satt bragd var framt og vit (Barbara, Ragnar og Eyvind) halda at hetta er met fyri hvussu langd nakar 7. flokkur hevur svomið í søgu føroyska fólkaskúlans. Tillukku tit øll!!!

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi