03. des. 2018
Jóla-klippi-pynti-dagurin

Í ár var jólaklippidagur á Sankta Frans Skúla fríggjadagin 30. november. 

Dagurin byrjaði við, at hvør flokkur fekk ymiskt tilfar, sum skuldi nýtast til at tilevna jólaprýði, og næmingarnir vóru sera hugagóðir at byrja dagsins verk. 

Hugskotini vóru nógv og skúlastovurnar broyttust til arbeiðsverkstøð, har allir næmingar glaðir tilevnaðu jólaprýði. Skjótt vóru hópatal av nissum, jólamonnum, hjørtum, stjørnum og øðrum jólaprýði klár at heingja upp á veggir og vindeygu. Og allan dagin hoyrdist barnalátur og jólatónleikur úr skúlastovunum. 

Og eitt annað sera spennandi tiltak var eisini á skránni hendan dagin. Tað var kappingin um, hvør kundi prýða vakrastu flokshurð. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum næmingarnir ganga høgt uppí. Tann flokkurin, sum hevur vakrast prýddu hurðina slapp at skoyta saman við flokslæraranum. 

Tá klippidagurin endaði, gleddust vit um at eiga so kreativer og dugnaligar næmingar á okkara skúla, tí við teirra verki er jólahýrurin av álvara komin í hvørja skúlastovu á Sankta Frans Skúla.

elin/ingo

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi