SKÚLANÝTT
5. flokkarnir vitja Tjóðpall Føroya
29/11-2018

Í samband við at 5. flokkarnir venja jólaleik, at framføra fyri næmingum lærarum og familju, hava vit veri so heppin, at sleppa at vitja Tjóðpall Føroya í dag.

Marjun Olsen greiddi okkum frá um hvussu eitt leikhús er "skrúva saman" - heilt frá hugskoti til lidnan leik - rithøvundar, rættlesarar, leikarar, teknikkarar (ljós og ljóð), handverkarar (pallur), seymikonur, hárfríðkan og smyrsl.......

Síðani vitjaðu vit hvørt rúm og hvørt "skot" á Tjóðpallinum, alt ímeðan Marjun greiddi frá.

Marjun Olsen, ið arbeiður sum námsfrøðingur her hjá okkum í Sankta Frans skúla, hevur seinastu mongu árini gjørt búnar til sjónleikararnar og arbeitt við hárfríðkan og smyrsl á Tjóðpallinum. Jú, Marjun dugir sítt "kram!"

Eisini sluppu vit at heilsa uppá leiðaran í Tjóðpallinum, Jenny Petersen.

Ein framúr og gevndi túrur fyri okkum øll.

Flokalærarar hjá 5. flokkunum eru:

- 5.a Annika Restorff Holm og 5.b Jóna Joensen

/ingo