SKÚLANÝTT
Starv sum námsfrøðiligur stuðul í Sankta Frans skúla
18/08-2017

Sankta Frans skúli søkir eftir einum námsfrøðiligum stuðli til skúlaárið 2017/18.

Starvið er 30 tímar um vikuna, setanarbrøkurin er 0,675.

Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving/royndum hava fyrimun. Um ikki námsfrøðingar søkja starvið, verða hjálparfólk sett í staðin.

Sankta Frans skúli er ein tvísporaður skúli við forskúla til og við 7. flokk.

Í skúlanum arbeiða 30 lærarar og 2 námsfrøðingar.

Skúlin liggur mitt í høvuðsstaðnum, og eru allir hugsandi hentleikar beint við skúlan. Harafturat er viðarlundin okkara næsti granni, og her eru sanniliga nógvir møguleikar til at ríka um dagin hjá næmingunum.

Um starvið:

Stuðlarnir koma at arbeiða í einum stuðulstoymi. Toymið samstarvar við Førleikastovuna, leiðsluna og flokslærararnar hjá teimum næmingunum, ið hava brúk fyri stuðli.

Stuðlarnir koma at skipa verkstøð við fakligum og kreativum innihaldi. Harafturat koma stuðlarnir at arbeiða úti í flokkunum við einstøkum næmingum.
 

Tey, ið sett verða, skulu:

·         Duga væl at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.

·         Verða fús at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.

·         Vera stundislig og nærløgd.

 
Lønar- og setanartreytir

·         Stuðulsstørvini verða lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1. september 2017 kl. 12.00

 

Sankta Frans skúli

Varðagøta 10

FO-100 Tórshavn

www.sfs.fo

Nærri fæst at vita um størvini hjá  Jóhan M. Stenberg, varaskúlastjóra, á telefon 282533.