19.12.2022 "Jólafest"

Í dag høvdu vit jólafest. Vit byrjaðu sum vant, við morgunsangi og sangløtu, síðani fóru vit oman í høllina at dansa um jólatræðið. Niels Heðin spældi harmoniku. Hann er so beinasamur at koma at spæla fyri okkum á hvørjum ári. Vit sóu tveir sjónleikir, ið 5a og 5b spældu fyri okkum. Tann eini var um nakrar vættrar á loftinum og hin var eitt krubbuspæl. Jólamenninir komu eisini á vitjan.

Komin niðan aftur í flokkin, komu vit til nøkur væl dekkaði og pyntaði borð. Vit hugnaðu okkum saman og síðani fóru vit inn í a-flokkin har Niels Heðin segði okkum søgurnar um Smørbukk, Hans og Gretu og eina, ið hann skrivaði til Barnablaðið, tá hann sjálvur gekk í Sankta Frans skúla. Síðani gekk leiðin í frítíðarskúlan.