19.09.2022 Drotning Elisabeth II

Áðrenn vit fóru í frítíðarskúla, tosaðu vit um Drotning Elisabeth og vit hugdu eina løtu eftir jarðarferðini hjá henni.

Vit prátaðu um hvussu gomul hon bleiv, hvussu leingið hon hevði verið drotning, hvussu nógv børn hon átti, at sonur hennara Charles var blivin kongur og um prinsessurnar og prinsarnar v.m. Eisini prátaðu vit um hvussu kirkjan sá út og hvussu hon var prýdd og um ymiskt annað, ið vit sóu.

Í morgin fara vit, at tekna tað vit hava hugt eftir í dag. Spennandi verður at síggja myndirnar :)