24.10.2022 Lágargarður (bólkur1)

Í morgun var okkara fyrsta vitjan á Lágargarði.

Altso altso... sum ommurnar og abbarnir vóru glað at síggja okkum. Vit møttu einum abba úti í gongini tá vit komu og hann skundaði sær alt tað hann var mentur, ja... hann næstan rann inn til hini fyri at siga teimum at "nú eru børnini komin".

Vit blivu so væl móttikin :)

Vit fingu frukt, vatn og saft. Vit spældu, sungu og prátaðu. Myndirnar siga sítt :)

"tit mugu lovað okkum, at tit koma skjótt aftur at vitja okkum" og tað lovaðu vit.

Hetta var dagur í viku og vit gleða okkum til næstu ferð :)