Vikuætlan
Office 365
Bókasavn
I-Bøkur
Leinkjur
TÍÐINDI OG BOÐ
22. mar 2024.
Gleðiligar páskir
Sankta Frans skúli ynskir tykkum øllum einar gleðiligar páskir. Skúlin byrjar aftur 2.apríl
22. mar 2024.
Talvkapping
Aftur í ár vóru vit væl umboðað, tá ið talvkapping millum fólkaskúlar var á skránni. Tað var ymiskt, hvussu liðini kláraðu seg. T…
04. mar 2024.
Rithøvundavitjan í 2.b
Seinastu tvær vikurnar hava næmingarnir í 2.b lisið bókina Og mamma!, ið Elin á Rógvi hevur skrivað. Í dag hevði flokkurin rithøvu…
KOMANDI TILTØK
Sí fleiri tiltøk
Skúlin við Varðagøtu, sum vit kenna hann í dag,
byrjaði í 1933. Tó er eftir tørvi bygt uppí, umframt
at fimleikahøll kom fyrrapartin í ‘60unum.
H.C.W. Tórgarð teknaði bygningarnar.
Visión
• Sankta Frans er miðbýarskúli høvuðstaðsins
• Tryggar og heimligar karmar fyri børn og teirra læring
• Vilja vera fyrsta val hjá ábyrgdarfullum foreldrum
• Vilja menna samanhald og yrkisføri
Missión
• Sankta Frans er miðbýarskúli høvuðstaðsins
• Skúlin hvílir á kristna og fólkaræðisliga grund
• Skúlin byggir á stoltar siðvenjur og skikkað starvsfólk
Virðisgrundarlagið
Virðisgrundarlag skúlans byggir á 4 súlur. Tær eru fakligur førleiki, tryggleiki, samstarv og virðing.
Fakligur førleiki
  • Dugnalig fólk eru týdningarmikil í dagsins samfelag
  • Øll børn hava rætt til og brúk fyri fakligum krøvum, hóskandi til teirra evni og áhuga
  • Fakligur førleiki skapar gleði og økir sjálvvirðið
Tryggleiki
  • Bæði børn og vaksin virka best í tryggum og jaligum umhvørvi
  • Tað er týdningarmikið at tora at ganga nýggjar leiðir, menna síni evni og tora at stíga fram
  • Tað er neyðugt til tess at nema sær lærdóm og mennast sosialt
Samstarv
  • Tað er týdningarmikið at hava álit á og at gera brúk av tí, hvør einstakur er góður til
  • At samstarv er neyðugt í øllum arbeiði í skúla, flokki og øðrum bólkum, vit eru partur av
  • Í dag er neyðugt at vísa tolsemi og kunna virka í ymsum høpi, bæði fakliga, sosialt eins væl og í altjóða høpi
Virðing
  • Øll eru ymisk og hava ymiskan tørv
  • Tað er neyðugt at læra børn at hava virðing fyri felags virðum og sjónarmiðum
  • Øll mugu virða skapanarverkið og tað skapta