Umsókn um næmingafríloyvi

Umsókn um fríloyvi

Sambært kunngerð er skúlaárið hjá næmingum ásett til 198 skúladagar. Og Mentamálaráðið sendir á hvørjum ári skúlanum eitt rundskriv um frítíð og frídagar í fólkaskúlanum.
Tað skulu tungvigandi grundir til, at næmingar kunnu fáa frí uttan fyri frítíðarætlanina, sum t.d. serlig hátíðarhald í nærmastu familju.
Flokslærarin hevur heimild til at geva næmingi frí upp til 2 skúladagar. Er talan um longri fráveru, skal leiðsla skúlans geva hetta loyvi.

Treytin fyri, at leiðslan gevur hetta loyvi, er, at foreldrini skrivliga minst 14 dagar frammandundan hava biðið um frí til næmingin, og at foreldrini taka ábyrgd av møguligum heimaarbeiði, sí vikuætlanina, meðan næmingurin er frá skúla.